Havin hjá Birgit
Mínar undursomu ferðir til Føroyar
Havin hjá Birgit er ein listabók, sum Eija Mäkivuoti hevur sett saman. Við myndum og stuttum tekstbrotum sigur bókin eina søgu um Føroyar, hetta staðið tú ikki av tilvildum dettur framá. Føroyingar síggja sjálvir sítt land sum ein av teimum seinastu, ónomnu aldingørðunum í heiminum. Mitt í Atlantshavinum undir náttúrunar miskunnleysa veldi býr eitt fólk, ið er errið av landi sínum og túsund ára gomlu søguni.
Aftan fyri myndirnar og søgurnar í bókini liggur eitt áralangt heimildararbeiði hjá Eiju Mäkivuoti við ymsum myndaverkætlanum í Føroyum. Myndirnar í bókini eru tiknar í tíðarbilinum 2008 - 2014. Bókin er bæði ein vísa og ein ferðafrásøgn við nógvum røddum, men eisini ein søga um vinalag, gandað støð, tónleik og ein øðrvísi heim. Afturat eru knýttar bæði álvarsamar og stuttligar pinkusøgur, ið greiða frá landinum og mentanini.
Søgurnar hevur Eija Mäkivuoti skrivað saman við nøkrum av teimum fólkunum, sum eru við í bókini. Við sínum søgum fáa tey sína egnu rødd. Øll tekstbrotini í bókini eru á finskum, svenskum og føroyskum. Bókin hevur eisini ein samandrátt á enskum.
Pia Pettersen, sum er grafiskur sniðgevi, hevur staðið fyri sniði og uppseting. Urd Johannessen hevur skrivað eftirmæli. Petri Kuokka, sum er kendur fyri sínar mongu virðislønarvinnandi bøkur í Finnlandi, hevur staðið fyrimyndaframleiðsluni. Bókin er framleidd og prentað í Finnlandi og Sprotin gevur bókina út. Bókin verður útgivin í Føroyum í juli 2015 og í Finnlandi og í Danmark í oktober 2015.
Eija Mäkivuoti (f. 1972) er listafotografur, ið býr í Helsinki. Hon arbeiðir við longum tvørgreinaligum heimildarverkum. Hon tekur eisini myndir av livandi framførslum sum tónleiki og aðrari list á palli. Mäkivuoti er útbúgvin sum fotografur frá Lahti Design Institute og er eisini roynd sum visuelt listafólk. Mäkivuoti er limur í felagnum fyri finskar fotografar, Photographic Artists’ Association in Finland.
Stuðlar Bókin hevur fingið stuðul úr Nordisk Kulturfond, Svensk Kulturfond i Finland, Eugène, Grunninum hjá Elisabeth og Birgith Nygrén, Tjaldur - føroysk-finska vinafelagnum, Letterstedt Association, Mentanargrunni landsins, Tórshavnar kommunu, mesenaatti.me crowd funding og the Nordic-Baltic Mobility Programme for Culture.
Samstarvsfelagar Pia Pettersson, Petri Kuokka / Aarnipaja, Turid Nolsøe, Upp Við Hornunum.
Útgávuforlag Sprotin.
Prentað í Finnlandi Lönnberg 2015.
ISBN 978-99972-1-146-0
128 síður; 105 litmyndir; 297 x 200 mm. Hørð perma.
Mál: Finskt, svenskt og føroyskt (tekstirnir eru allir týddir til enskt).
Avmarkað, talmerkt 1. útgáva.